Lagt var frá landi av Tvøroyri leygardagin klokkan 15, og nú vit hava týsdag seinnapart nærkast Naddoddur norsku eysturstrondini.
Sum tað sæst á veðurkortinum hjá Windy.com, er veðrið ikki gott á leiðini.
Sambært gps-tænastuni hjá Garmin, sum teir hava umborð, er Naddoddur nú út fyri Vågsoy, nakað sunnanfyri Ålesund.
Vindurin tók teir nakað longur suður enn teir ætlað, men síðani í gjárkvøldið hevur verið siglt meira norð eftir og við kós móti Ålesund-økinum.
Myrkabláa linjan vísir slóðina hjá Naddoddi. Tann ljósabláa linjan førir beint til Ålesund. Tann reyða til Tróndheim (Skíggjamynd: Garmin)
Ætlanin er at koma undir land í Norra, og síðani sigla innanskers til Tróndheimin.
Til samans seks fólk eru við í ferðini til Norra. Andy Fitze, skipari úr Sveis, Livar Nysted, havrógvari úr Hvannasundi, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í Florida, USA, Saeny Blaser, fotografur úr Sveis, Georg Aebi og Martin Fitze.
Til ber at fylgja Naddoddi á hesari leinkjuni (Loyniorðið er Viking2024)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald