Bjargingarbáturin Idar Ulstein á veg út til Naddodd (Upptøka: Redningsselskapet)
--
Eitt bjargingarátak varð kvøld sett í verk í Stad nærhendis Ålesund.
Seksæringurin Naddoddur, sum er komin úr Føroyum, er eftir øllum at døma holvdur. Naddoddur var staddur út fyri Stad nærhendis Ålesund, tá neyðarkallið varð sent út.
Norskir miðlar skriva, at bjargingarbátur var útloystur. Fleiri tyrlur eru í økinum, og fimm fólk eru bjargað og verða flogin til Florø. Óvist er, hvussu tað er við tí sætta, sum framvegis er saknað, sigur Oddgreir Andersen frá norsku bjargingartænastuni við TV2.
Ringt veður er á leiðini við nógvum vindi og høgari aldu.
(Kort: VG.no)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald