2021-01-11 15:50

Fríggjadagin var hátíðarløta í Vági, tá næmingaheimið varð handað Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, og klárt verður hjá næmingunum, sum byrja á várskeiðnum, at flyta inn, skrivar Suðurrás.
Spakin varð settur í á vári í 2019, og hóast byggjaríið varð nakað darvar av farsóttini, so helt tíðarætlanin kortini.
Á næmingaheiminum er pláss fyri 48 næmingum.
Fleiri myndir síggjast á sudurras.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald