Mentan

Næmingar á Giljanesi koma saman at práta um bøkur

- Eg haldi, at tað er ordiliga flott, at næmingarnir sjálvir hava tikið stig til lesiringin, sigur Oddmar Ravnsfjall, bókavørður á skúlanum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-09-06 14:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í skúlanum á Giljanesi hava næmingar sjálvir tikið stig til ein lesiring. Tey eru 14 næmingar úr 6. til 10. flokki.

Oddmar Ravnsfjall, bókavørður á skúlanum, er lesiringinum til hjálpar, og fegnast hann um undirtøkuna, sum lesiringurin hevur fingið.

- Eg haldi, at tað er ordiliga flott, at næmingarnir sjálvir hava tikið stig til lesiringin og síðan eru komnir til mín. Tey, sum eru við, hava meldað seg til sjálv, tað var als ikki neyðugt at fara út og biðja næmingar. Til morgunsangin varð sagt frá lesiringinum, sum fór at byrja, og beinanvegin vóru fleiri, sum vístu áhuga, sigur hann við Skúlablaðið.

- Hesi, sum eru í lesiringinum, hava ein serligan felagsskap, teimum dámar øllum væl at lesa. Summi lesa seint og onnur skjótt, men øll hava tey ein vilja at lesa. Tey gleða seg til at koma saman, at práta saman.

Sum heild vísir tað seg, at gentur hava størri áhuga fyri at lesa, sigur Oddmar Ravnsfjall.

- Hví tað er so, veit eg ikki, men kanska hevur hetta nakað við búning at gera. Dreingir fara ofta at lesa seinni. Tað er ikki líka væl umtókt at lesa ímillum dreingir, sum tað er ímillum gentur. Kanska er eisini ymiskt, hvar áhugin liggur, tá tað kemur til at lesa. Dreingjum dámar ofta væl teknirøðir, sum gentur kanska ikki hava so stóran áhuga fyri. Summi eru tó, sum halda tað vera “nørdasligt” at lesa. Í lesiringinum er tað týdningarmikið at velja bøkur á ymsum torleikastigum, so tey, sum ikki eru so sterkir lesarar, eisini hava møguleika at vera við og fáa nakað burturúr.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder