Vinnarar av SkúlaFM 2020 vóru næmingar á Skúlatrøð, sum hava gjørt eina roynd við at nýtulka klassiska føroyska smakkin av tara.
Næmingarnir, sum stóðu aftanfyri verkætlanina Trekk, fara at kappast víðari í Danmark í kappingini NextLevel.
Í ár var SkúlaFM í Spinnarínum í Klaksvík, og millum gestirnar í gjár var Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sum rósti næmingunum fyri at hava dirvið at bróta upp úr nýggjum og at hugskotsmenna vørur, sum við teirra íkasti fáa eina nýggja dimensjón.
Røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her.
Sjey bólkar luttóku í SkúlaFM 2020:
Tvøroyar skúli
Skúlin á Skúlatrøð
Skúlin á Fløtum
Skúlin við Løkin
E Nám
Skúlin við Løgmannabreyt
Skúlin á Giljanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald