placeholder
Innanlands

Næmingar í Eysturkommunu savnað inn 25.000 krónur til Ukraina

Skipað var fyri sølu av pitsasniglum og pylsubreyðum í skúlanum umframt fløskuinnsavning í Leirvík, og fríggjadagin varð peningurin handaður Reyða Korssi

2022-03-21 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 11. mars skipaðu 3. flokkarnir í skúlanum í Eysturkommunu fyri sølu av pitsasniglum og pylsubreyðum.

Fólk vóru røsk at stuðla, so sølan gekk avbera væl. Tiltakið gav góðar 16.000 kr., sum skuldu latast Reyða Krossi og teirra neyðhjálpararbeiði í Ukraina.

Eisini høvdu nakrir næmingar í 1. og 2. flokki saman við foreldrunum skipað fyri fløskuinnsavnan í Leirvik til sama endamál. Hetta gav knappar 9.000 kr.

18. mars var Per Jacobsen frá Reyða Kross í skúlanum í Leirvík fyri at taka ímóti pengunum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi og takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum næmingarnir høvdu latið.

Eysturkommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder