Innanlands

Næmingar í Tofta skúla hjálpa Ukraina

Týsdagin varð skipað fyri stuðulsrenning, og fríggjadagin var 8. flokkur og ruddaði á Svangaskarði

(Mynd: Súni í Hjøllum/Nes kommuna)

(Mynd: Súni í Hjøllum/Nes kommuna)

2022-05-07 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir áheitan frá Nes kommunu var 8. flokkur í Tofta skúla í gjár og ruddaði á Svangaskarði. Samsýningin fer óskerd til átakið “Hjálp til Ukraina”.

Týsdagin 3. mai skipaði Tofta skúli eisini fyri einum stuðulsátaki til frama fyri "Hjálp til Ukraina". Stuðulsátakið varð skipað sum ein stuðulsrenning uppi á rennibreytini á Svangaskarði, har allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum.

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan og rættiliga nógur peningur kom eisini inn gjøgnum teirra átak.

Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna hevði latið til høvið, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu. Á skránni varð nógvur sangur, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssangin. Nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu.

Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy. Allur innkomni peningurin fyri hesa sølu fór eisini til stuðulsátakið.

Sambært Nes kommunu verður helst ikki greitt, júst hvussu nógvur peningur kom inn til stuðulsátakið fyrr enn um hálvan mai, men avgjørt er, at allur stuðulin verður latin til Reyða Kross Føroya at umsita og lata sum hjálp til Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder