Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava sett í verk eina royndarverkætlan, har 8. og 9. floksnæmingar í Tvøroyrar skúla fáa í boði at koma í dagstarvsvenjing hjá Varðanum Pelagic.
Varðin Pelagic fer í næstum at hava eina framløgu fyri næmingunum, har tað verður kunnað um tey ymisku starvsøkini á virkinum. Eftir kunningina fáa næmingarnir møguleika at velja eitt ella tvey starvsøki á virkinum, har tey kunnu fara í dagstarvsvenjing. Næmingarnar koma at fylgja einum starvsfólki á økinum í ein dag.
Varðin Pelagic er eitt stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, ið hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum. Hetta er ein góður møguleiki hjá næmingunum at ogna sær eina fatan av ymsum arbeiðsøkjum og fáa íblástur, til tá tey fara at umhugsa framtíðaryrkisleið sína. Afturat dagstarvsvenjingini er møguligt at koma í vanliga starvsvenjing á Varðanum Pelagic í tvær vikur.
- Varðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald