2023-12-12 17:23
Nú jólini nærkast, og jólastákan er í Vágs skúla, ynskja næmingar í Vágs skúla at bjóða til hugnaløtu í Vágs kirkju í morgin, onsdagin 13. desember klokkan 11.
Tað eru næmingar í 1. – 3. flokki, sum saman við lærarum hava fyriskipað hetta tiltakið.
Tað er ætlað sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, luciagongd, hugna og frásøgn.
Næmingarnir hava seinastu tíðina sungi og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitja runt í bygdini til ymisk tiltøk.
Jólahugnin í kirkjuni er ein lítlan tíma til longdar og byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald