Uttanlands

Næmingar skulu vísa á negativa koronukanning fyri at sleppa í skúla

Hetta verður leisturin, tá Danmark letur meira upp í næstum, sigur undirvísingarmálaráðharrin. Neyðugt verður við einari ella tveimum PCR-kanningum um vikuna fyri at sleppa til undrvísing í millum annað studentaskúla og á hægri lærustovni

2021-02-18 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fer at verða nýtt sum eitt slag av passi, tá studentaskúlarnir kring Danmark eftir ætlan lata upp aftur um ellivu dagar. Passið verður ikki reytt, men tað verður eitt prógv uppá negativa koronukanning.

Og ikki nóg mikið við at næmingar skulu kannast, tá undirvísing byrjar á staðnum aftur - teir skulu kannast eina ella tvær ferðir um vikuna.

Um tað eisini er galdandi fyri eldri næmingar í fólkaskúlum er ikki greitt enn, men tað verður eisini fyri næmingar á ymiskum hægri lærustovnum. Pernille Rosenkrantz-Theil sigur við Ekstra Blaðið, at í løtuni verður arbeitt við, júst hvat "aldursmarkið" skal vera, og tað er til dømis eitt ivamál við teimum elstu árgangunum í fólkaskúlunum.

Barna- og undirvísingarmálaráðharrin væntar, at tað fer at bera til, at hvør einstakur verður PCR-kannaður tvær ferðir um vikuna. Hetta skal sambært henni og heilsumyndugleikunum gera, at tað verður tryggari at vena aftur í skúla hjá nógvum, og tað er eitt neyðugt amboð í, at virksemið verður latið upp aftur á rættan hátt.

Talan verður eitt krav hjá næmingum í óasetta tíð. Júst nær stutendaskúlar og hægri lærustovnar av álvara fara at hava undivísing á staðnum enn, er heldur ikki vist, hóast avmarkingarnar standa til at fara úr gildi 28. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder