Innanlands

Næmingar tarna ferðsluni nakað

Talan er um eitt slag av skulkidegi, og hetta merkist við Marknagilsvegin og har á leið í morgun. Løgreglan mælir til varsemi og at royna aðrar leiðir

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn nevnir í morgun, at summi hava ringt inn og kært sína neyð, tí at tey ikki sleppa til arbeiðis rættstundis orsakað av kátum skúlanæmingum (Savnsmynd)

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn nevnir í morgun, at summi hava ringt inn og kært sína neyð, tí at tey ikki sleppa til arbeiðis rættstundis orsakað av kátum skúlanæmingum (Savnsmynd)

2024-04-30 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri hava havt - og hava - trupulleikar við at koma til arbeiðis til tíðina í høvuðsstaðnum í morgun.

Hetta tí at næmingar á Glasi órógva ferðsluna nakað. Tey hava hugnað sær í nátt, og nú hevur tað gingið útyvir morgunferðsluna í høvuðsstaðnum.

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn nevnir í morgun, at summi hava ringt inn og kært sína neyð, tí at tey ikki sleppa til arbeiðis rættstundis orsakað av kátum skúlanæmingum.

Talan er sum skilst um ein "mini-skulkidag". Hetta merkist við Marknagilsvegin og har á leið í morgun. 

Løgreglan minnir um at vísa varsemi. og um møguliga at royna eina aðra leið enn Marnagilsvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder