Innanlands

– Hetta er út av lagi vánaligt

Trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur gjørt av, at næmingar, sum nú ganga í 7. flokki á Sankta Frans Skúla skulu í hádeildina í Eysturskúlanum í staðin fyri Skúlanum á Fløtum – Orsøkin er, at pláss er ikki fyri teimum, men skúlastýrið á Sankta Frans Skúla heldur hetta ikki vera í lagi

Skúlin á Fløtum (Savnsmynd)

Skúlin á Fløtum (Savnsmynd)

2022-01-17 18:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næmingar í Sankta Frans Skúla missa nú sítt framíhjápláss í Skúlanum á Fløtum og skulu í hádeildina í Eysturskúlanum í staðin. Tað hevur Trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráð gjørt av.

Orsøkin er, at mann í fjør fann útav, at har vóru ov nógvir næmingar til Skúlan á Fløtum, og tí varð skúlabygnaðurin endurskoðaður, og ynski er um at gera pláss fyri einum serflokki og fyri ítóttarrásini, sum mann ynskir at varðveita, sigur Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini við Útvarpið.

Innslagið kann hoyrast her.

Skúlastýrið: Als ikki nøkur nøktandi loysn

Í skúlastýrinum á Sankta Frans Skúla eru tey tó alt annað enn nøgd við hetta.

– Vit í skúlastýrinum halda als ikki, at hetta er nøkur nøktandi loysn. Vit halda, at tað er út av lagi vánaligt at koma við eini so umfatandi broyting fyri framtíðina hjá teimum 46 næmingunum í 7. flokki í Sankta Frans skúla so seint, einans nakrar fáar mánaðir áðrenn tey skulu skifta skúla, sigur skúlastýrið í skrivi, sum er sent Portalinum.

Um tað ikki ber til hjá næmingunum at halda fram á hádeildini á Skúlanum á Fløtum, átti ein hádeild at verið sett á stovn í Sankta Frans Skúla, halda tey í skúlastýrinum. Eisini átti ein skiftistíð at verið sett inn, so avgerðin ikki fer at ávirka teir næmingarnar, sum í dag ganga í 7. flokki.

– Hetta eru børn, sum í mong ár hava glett seg at sleppa at ganga í framhaldsdeildini í nýggja skúlanum á Fløtum, men nú, nakrar fáar skallutar mánaðir áðrenn tey endiliga skulu sleppa, verða tey grýtt yvir í ein annan skúla í hinum endanum av býnum.

Umboð fyri skúlastýrið hava verið fundi við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Súnu Mørk, forkvinnu í Trivnaðarnevndini um málið. Tá bleiv ført fram, at ein møguleiki var at søkja Mentamálaráðið um undantaksloyvi til at hava ein eyka 8. flokk afturat aftur í ár, fyri at loyva einari skiftistíð, men sum skilst er einki gjørt við at kanna hendan møguleikan, sigur skúlastýrið.

Víst verður eisini á, at býráðið júst hevur samtykt, at næmingar skulu ganga á skúlanum, sum liggur nærmast, har tey búgva, og ein stórur partur av næmingunum á Sankta Frans Skúla búgva rundan um Skúlan á Fløtum.

– At gera hesa broytingina so seint er ein dáragerð móti teimum. Í staðin fyri nú at vera spent upp á innskriving og hvørja breyt, man kanska sleppur inn á, skulu tey venja seg við tankan um at ganga í einum heilt øðrum skúla. Tað er púra vanligt í politiskum arbeiði, at arbeiða við eini skiftistíð í málum, sum beinleiðis raka borgarar negativt. Soleiðis burdi tað eisini verið í hesum førinum, sigur skúlastýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder