Mentan

Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla luttaka á altjóða verkstovu

Fyrsta verkstovan verður í Føroyum í døgunum 9-10. mars - í oktober verður stór framførsla í Bodø. Næmingarnir úr Føroyum, Noreg og Svøríki skulu gjøgnum tónleikin knýtast tættari at egnum upphavi

Luttakarar í verkætlanini eru úr Føroyum, úr Arvidasjaur og Malå í Svøríki og úr Kautokeino og Hamarøy í Noregi. Byrjað verður í Havn um vikuskiftið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Luttakarar í verkætlanini eru úr Føroyum, úr Arvidasjaur og Malå í Svøríki og úr Kautokeino og Hamarøy í Noregi. Byrjað verður í Havn um vikuskiftið (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-03-07 19:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla fara saman við næmingum úr Noregi og Svøríki at luttaka í eini spennandi altjóða verkstovu, sum Norsk Kulturskoleråd hevur tikið stig til, og sum endar við framførslu í Bodø, Noregi í oktober 2024.

Fyrsta verkstovan verður í Føroyum í døgunum 9-10. mars, og hendan verkstovan leggur dent á føroyskan samleika og eyðkenni í staðbundnum føroyskum frásagnum og tónamáli. Tað er kendi leiklistamaðurin Kjell Moberg, sum stendur á odda fyri verkstovuni.

"Kulturbæring – A Sense of Time and Place" er heiti á verkætlanini. Orðið kulturbæring kann umsetst til mentanarberi, og skal í hesum føri skiljast sum flyting av mentan, siðvenju, virðum og kunnleika millum ættarlið og millum lond.

Luttakarar í verkætlanini eru úr Føroyum, úr Arvidasjaur og Malå í Svøríki og úr Kautokeino og Hamarøy í Noregi.

Verkætlanin hevur til endamáls at geva børnum og ungum eina sterkari rødd við støði í staðbundnum søgum, sagnum og mentanararvi annars. Ynski er at knýta børn og ung tættari at sínum egna upphavi og at eggja staðbundnum mentanarberum at styrkja hetta sambandi.

Verkætlanin leggur dent á at byggja brýr millum ættarlið og ymsar samfelagsbólkar, soleiðis at mentanarligur ymisleiki, siðvenjur og virðir kunnu deilast og varðveitast.

Ætlanin er at verkætlanin kann styrkja mentanarliga samspælið í ymsu lokalsamfeløgunum og kanna, hvussu fortíðin kann møta nútíðini. Kjell Moberg hevur sett saman verkstovur sum vera hildnar í ymsu londunum, og stóra hæddarpunktið verður felagsverkstovan í Bodø 11. – 13. oktober 2024.
Til hesa felagsverkstovuna fara tey ungu at vísa fram sítt egna, og byggja víðari á tað, sum tey saman hava skapt við støði í egnum royndum. Soleiðis er hugsanin, at tey fáa eina felags fatan av mentanarbera og tilknýti.

Verkstovan í Bodø er partur av størri ráðstevnu, sum verður hildin í sambandi við, at Bodø er evropeiskur mentanarhøvuðstaður 2024. Luttakararnir eru í aldrinum 13-18 ár og tað er Agnar Lamhauge sum vegna Tórshavnar Musikkskúla leiðir føroyska bólkin.

Tórshavnar Musikkskúli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder