placeholder
Innanlands

Nærkast 1000 tilburðum - eingin innlagdur av koronu

728 fólk eru blivin frísk síðani seinastu dagføring, men heilir 913 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

2022-01-25 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framvegis er eingin innlagdur av koronu. Tvey fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum av aðrari orsøk, men við koronu.

Síðsta mánadag settu vit met við 729 nýggjum koronutilburðum. Tað kemur javnan fyri at talið er hægri mánadag enn hinar dagarnar í vikuni, tí fólk helst ikki lata seg kanna í líka stóran mun um vikuskiftið. 

Gjárdagurin var einki undantak í so máta, tí heili 913 tilburðir vórðu staðfestir. 3912 kanningar vóðru gjørdar. 728 fólk eru staðfest frísk síðani seinastu dagføring í gjár.

Samlaða talið á positivum í løtuni er 4466 fólk. Tað vil siga, at góð átta prosent av fólkatalinum hevur koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder