2020-06-11 14:50
Føroyar hava verið koronafríar í yvir ein mánað.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 4.438 kanningunum.
Í gjár vórðu 101 kanningar gjørdar. Í alt eru 10.708 kanningar gjørdar, skrivar Heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald