
Síðan frítíðarkortini hjá Tvøroyrar kommunu á fyrsta sinni vórðu send út til ungdómin, á sumri 2020, eru 472 frítíðarkort gjørd.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nøkur ung eru vorðin “ov gomul” til at nýta síni kort, men tað legst støðugt afturat við ungdómi, ið kann nýta kortið.
Kortið er eitt tilboð til allar borgarar frá 0 til og við 17 ár. Tað hevur eitt virði á kr. 2000,- ið kann nýtast til eitthvørt frítíðarvirksemi í kommununi. Royndirnar hava verið góðar hesi fyrstu tvey árini og fólk lata væl at tilboðnum.
Í dag vórðu 18 nýggir bjálvar sendir av kommunuskrivstovuni, við korti og heilsan frá borgarstjóranum í, sigur Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald