
Hagstovan hevur nú gjørt nýggjastu tølini viðvíkjandi fólkatalinum í Føroyum upp.
Tey vísa, at tað fyrst í november búðu 52.854 fólk í Føroyum. Hetta er met, og tað eru 102 fólk fleiri enn fyrst í oktober.
Við ársbyrjan búðu 52.124 fólk í Føroyum, so harvið er vøksturin higartil 730 fólk. Um samborið við fyrst í november í fjør, so var fólkatalið beint undir 52.000 (51.988) Harvið eru beint undir 900 fólk fleiri búsitandi í Føroyum nú, og tað gongur skjótt ímóti 53.000 íbúgvum.
Viðvíkjandi kyni so vóru næstan 200 fleiri mannfólk búsitandi í Føroyum tíðliga í november: 27.380 mannfólk - 51,8 prosent - og 25.474 konufólk - 48,2 prosent.
40,2 prosent av íbúgvunum er búsitandi í Suðurstreymoy. Næststørsta økið er Eysturoyggin, har 22,6 prosent búgva.
Sí øll hagtølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald