Uttanlands

Nærkast avtalu um vápnahvíld

Samráðingar eru í gongd í Katar um at støðga bardøgunum í nakrar dagar til tess at fáa neyðhjálp inn til fólkið í Gazageiranum

Roykur á himmalinum yvir norðara part av Gaza í gjár. Myndin er tikin frá ísraelska býnum Sderot (Mynd: EPA)

Roykur á himmalinum yvir norðara part av Gaza í gjár. Myndin er tikin frá ísraelska býnum Sderot (Mynd: EPA)

2023-11-21 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vápnaði palestinski Hamas felagsskapurin sigur nú, at stríðandi partarnir í Gaza nú nærkast eini avtalu um vápnahvíld.

Tað segði ovasti leiðarin fyri Hamas, Ismail Haniyeh, í nátt.

Sambært Haniyeh hevur Hamas júst givið eitt svar til embætisfólk í Katar, har stórur partur av Hamas-leiðsluni heldur til. Katar hevur virkað sum meklari í samráðingunum millum Ísrael og Hamas, skrivar Reuters.

Enn er tó ongin avtala váttað millum Ísrael og Hamas.

Haniyeh sigur einki um, hvussu leingi ætlanin er at støðga við stríðsgerðunum í økinum. Heldur einki verður sagt um, hvørt umbýti av fangum fer at verða partur av avtaluni.

Amerikanska blaðið, Washington Post, skrivaði sunnudagin, at partarnir nærkaðust eini avtalu, og skrivaði eisini um staklutir í komandi avtaluni. Hóast upplýsingarnir hjá blaðnum kunnu hava verið rættir, so kann nógv tó vera broytt.

Sambært blaðnum skal Hamas verða gingið við til at leysgeva fleiri kvinnur og børn, ið hava verið gíslar, aftur fyri ein støðg í stríðnum í fimm dagar.

Støðgurin skal, sambært blaðnum, gera tað møguligt at veita neyðhjálp inn í Gazageiran, sum hesa seinastu tíðina er teppibumbað eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober.

Tá trongdu herfólk frá Hamas seg um markið millum Ísrael og Gaza og drupu 1.200 fólk, meginparturin sivilfólk, sambært Ísrael. Yvir 200 vórðu eisini tikin við aftur til Gazageiran, har tey síðan hava verið hildin gíslar.

Síðan tá hevur Ísrael teppibumbað Gazageiran. Sambært heilsumyndugleikarnar í Gazageiranum hava yvir 13.000 palestinar latið lív orsaka av stríðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder