Uttanlands

Nærkast endaligum samráðingum

Fýra flokkar hittast til samráðingar aftur í dag, og sambært korrespondenti hjá DR, er líkt til, at samráðingar um eina nýggja danska stjórn nærkast endanum

Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri roynir í løtuni at skipa eina stjórn tvørturum miðjuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri roynir í løtuni at skipa eina stjórn tvørturum miðjuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-11 12:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru danski javnaðarflokkurin, Vinstra, Moderatarnir og Tey Radikalu til samráðingar á Marienborg til farið var langt út á kvøldið, og í dag halda samráðingarnar fram.

Politiskur korrespondentur hjá DR, Christine Cordsen, sigur, at samráðingarnar nærkast endanum.

– Útfrá tí, sum vit hava hoyrt, eru tað tey allarseinastu politisku tingini, sum skulu avgreiðast. Og so snýr tað seg um, hvør skal hava hvørjar ráðharrasessir og hvussu nógvar, sigur hon sambært DR.

Men hvussu leingi hetta fer at taka, ber ikki til at siga.

Brádliga kunnu onkrar ósemjur ella ivamál stinga seg upp, og tí ber ikki til at seta eitt tíma- ella eitt dagatal á, sigur hon.

Jesper Vestergren, greinari hjá TV2 sigur eisini, at tíðin má vísa, nær samráðingarnar koma á mál, men at talan helst er um drúgvar samráðingar.

Sambært TV2 hevur Danmark nú verið uttan stjórn í 40 dagar, ið er longsta tíðarskeiðið, landið hevur verið uttan stjórn. Áðrenn var metið 35 dagar. Tað var í 1975, tá Anker Jørgensen endaði við at fáa valdið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder