Tilsamans eru nú skrásettar 5.715 harur, sum eru skotnar á 695 túrum í umleið 270 høgum kring landið. Hetta er eitt sindur meira enn í 2023, tá 5.300 harur vórðu skrásettar at vera skotnar í Føroyum.
Men enn mangla fleiri tøl, sigur Eyðfinn Magnussen á Fróðskaparsetrinum, sum stendur fyri arbeiðinum at skráseta.
Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes (), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett. Í teimum "gulu høgunum" hava teir ikki skotið harur í 2024.
Eyðfinn Magnussen heitir á teir, sum hava skotið harur í 2024 , um at skráseta túrarnar.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til Eyðfinn Magnussen á telefon 26 58 31.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald