ES og Bretland eru nær við at koma fram til eina semju um viðurskiftini landanna millum, tá Bretland á nýggjárinum tekur seg úr innara marknaðinum og tollsamgonguni.
Men enn er ikki greitt, hvat innihaldið í avtaluni verður, skrivar nrk.no.
Finna partarnir fram til eina semju í dag, so verður tað 1.645 dagar eftir, at bretsku veljararnir 23. juni 2016 atkvøddu fyri at taka seg úr ES.
Seinastu dagarnar hava samráðingarnar í høvuðsheitum snúð seg um fiskirættindi og um kappingarviðurskifti.
Partarnir hava sitið við samráðingarborðið í alla nátt eftir at Boris Johnson, forsætisráðharri, helt ein telefonfund við fleiri evropeiskar stjórnarleiðarar lítla jólaaftan. Ein kelda í fronsku stjórnini segði í gjárkvøldið, at Bretland hevur givið seg nógv í fleiri spurningum viðvíkjandi fiskivinnuni. Júst fiskivinnan er eitt evni, sum tað hevur verið trupult at finna eina semju.
Sagt verður, at tað liggur eitt avtaluuppskot á 2.000 blaðsíður á borðinum, og at báðir partar nú hava freist til 31. desember til at fáa semjuna góðkenda í tjóðartingunum.
Tað sást á bæði evropeisku og altjóða gjaldoyramarknaðunum, at ein avtala er væntandi. Pundið økti 0,5 prosent í virði mótvegis dollaranum tá handilin lat upp í morgun, skrivar nrk.no.
Tað er stórur spenningur um, hvørt tað verður møguligt at finna fram til eina semju kanska longu í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald