Uttanlands

Nærum 1000 flogskiparar hjá SAS fara í verkfall

Hetta kemur at ávirka millum 200 og 250 flogferðir um dagin, og verður hetta mett at kosta skandinaviska flogfelagnum millum 80 og 100 milliónir um dagin – Sambært heimasíðuni hjá SAS verður Føroyaflúgvingin eisini ávirkað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-04 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir fleiri miseydnaðar royndir at finna semju millum skandinaviska flogfelagið SAS og flogskipararnar seinastu tíðina, fara nærum 1000 flogskiparar nú í verkfall.

Flogskipararnir, sum arbeiða í SAS Scandinavia, móðirfelagið hjá SAS, eru ónøgdir við, at SAS í staðin fyri at seta gamlar flogskiparar hjá SAS í starv aftur, sum vórðu koyrdir undir koronakreppuni, ger bíligari avtalur við nýggjar flogskiparar í teimum báðum dóttirfeløgunum SAS Link og SAS Connect.

– Leiðslan í SAS hevur stovnað dóttirfeløg og brúkt tey til at bróta tær avtalur, tey hava gjørt við teirra egnu starvsfólk. SAS kann ikki lova, at tey ikki fara at gera hetta aftur, og tað kunnu vit sjálvandi ikki góðtaka, sigur Keld Bækkelund Hansen, samráðingarleiðari í fakfelagnum Dansk Metal sambært DR.

– Fær SAS loyvi til hetta, stúra vit fyri, at tað fer at spjaða seg til aðrar vinnur á danska arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur hetta stríðið týdning fyri allar løntakarar í Danmark, sigur hann.

SAS sigur, at flúgvingin hjá SAS Link og SAS Connect umframt øðrum samstarvsfeløgum hjá SAS, ikki verður ávirkað av verkfallinum. Men mett verður, at hetta fer at ávirka millum 200 og 250 flogferðir og millum 20.000 og 30.000 ferðafólk hvønn dag.

Mett verður eisini, at hetta fer at kosta SAS millum 80 og 100 milliónir krónur um dagin.

Eitt flogfar hjá SAS lendi í Vágum um middagsleitið í dag, og fyri løtu síðani fór eitt flogfar hjá SAS úr Vágum ávegis til Keypmannahavnar, men sum nú er, er líkt er til, at flogferðirnar til Føroyar komandi dagarnar verða avlýstar, stendur á heimasíðuni hjá SAS. Tað sæst tó ikki í yvrilitinum á heimasíðuni hjá Vága floghavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder