2021-11-26 17:28

Nú eru tilsamans 85.706 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum.
41.114 fólk fingið fyrru koppsetingina, 39.348 fólk hava fingið næstu koppsetingina, og 5.243 fólk hava fingið trý prik.
Sambært korona.fo svarar hetta til, at 92 av føroyingum, ið eru 12 ár og eldri, hava fingið fyrru koppsetingina, 88 prosent hava fingið næstu koppsetingina, og 11,7 prosent hava fingið trý prik.
Í gjár vórðu 527 fólk koppsett fyri koronu. 25 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 122 fingu seinnu koppsetingina, og 380 fólk fingu triðja prikið.
Les eisini: Nú ber til at bóka tíð til triðja prik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald