Uttanlands

Nærum 20.000 menn rýmdir undan hertænastu í Ukraina

Tað skrivar BBC, sum hevur savnað inn upplýsingar frá grannalondunum hjá Ukraina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-11-17 14:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, varð bannað ukrainskum monnum millum 18 og 60 ár at fara úr landinum, tí at teir kunnu væntast at verða innkallaðir til herin, men hvønn dag rýma menn í hópatali undan krígnum.

Í tíðarskeiðnum februar 2022 til 31. august 2023 eru 19.740 menn á ólógligan hátt farnir yvirum markið til grannalondini Rumenia, Moldova, Pólland, Ungarn, og Slovakia.

Tað skrivar bretska BBC, sum hevur savnað inn upplýsingar frá grannalondunum hjá Ukraina.

Summir hava fingið hjálp frá smuglarum, meðan onnur hava goldið fyri følsk skjøl, sum staðfesta, at teir hava fingið undantaksloyvi til at fara úr Ukraina.

Bannið hevur nevniliga nøkur fá undantøk. Undantøk eru m.a. galdandi fyri menn, sum hava trý ella fleiri børn, eru óegnaðir til hertænstu vegna skaða, hava onnur at taka sær av, ella eru lesandi uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder