Yvir 376.000 palestinar eru farnir heimaftur til norðara part av Gaza, nú vápnahvíld millum Ísrael og Hamas er komin í gildi, og ísraelskar herdeildir hava tikið seg lutvíst úr økinum, metir OCHA, ST-skrivstovan fyri samskipan av humaniterum viðurskiftum.
Tørvurin á neyðhjálp er stórur í økinum. Bæði vatnveitingin og annað undirstøðukervi er oyðilagt, og neyðugt er við umvælingum fyri at nøkta "grundleggjandi menniskjaligan tørv", metir OCHA sambært Ritzau.
Vápnahvíldin kom í gildi 19. januar. Tær fyrstu seks vikurnar skulu eftir ætlan 33 ísraelskir gíslar og 1.900 palestinskir fangar leyslatast. Eisini skulu fleiri lastbilar við neyðhjálp inn í Gaza.
Les eisini: Fólkini streyma aftur til norðara part av Gaza
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald