Ein ógvuslig hitabylgja herjar í løtuni USA og Kanada, og í gjár var triði dagur á rað, at nýtt hitamet varð sett í Kanada.
Týsdagin varð hitin í býnum Lytton máldur til 49,5 stig, upplýsir kanadiska veðurtænastan Environment Canada. Lytton er ein lítil býur í landslutinum British Columbia, sum liggur uml. 250 kilometrar eystanfyri stórbýin Vancouver.
Leiðarin í British Columbia, John Horgan, sigur, at hetta er heitasta vikan, British Columbia nakrantíð hevur upplivað.
Hitin hevur eisini kravt fleiri mannalív. Løgreglan í Kanada upplýsir, at í minsta lagi 69 persónar hava latið lív í økinum kring Vancouver. Nógv av teimum vóru eldri fólk, sum høvdu trupulleikar við heilsuni frammanundan.
Aðrastaðni í Kanada eru eisini fráboðanir komnar um óvæntað andlát, men enn er einki alment deyðstal kunngjørt, skrivar Ritzau.
Hitin í Kanada væntast at verða verandi komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald