Innanlands

Nærum 62 prosent hava fingið fyrru koppsetingina

360 fólk vórðu koppsett í gjár – 46,7 prosent av fólkinum eru nú liðugt koppsett

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-14 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 57.860 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 32.954 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 24.906 hava fingið seinnu koppsetingina og eru sostatt liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 61,8 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina, og 46,7 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 360 fólk koppsett. 181 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 179 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder