Innanlands

Nærum 63 prosent av fólkinum koppsett fyri koronu

568 fólk vórðu koppsett fríggjadagin og leygardagin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-19 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 59.413 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

33.551 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 25.862 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta merkir, at 62,9 prosent av fólkatalinum í Føroyum nú hava fingið fyrru koppsetingina, og at 48,5 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Fríggjadagin og leygardagin vórðu 568 fólk koppsett. 177 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 391 fólk fingu seinnu koppsetingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder