Innanlands

Nærum 63 prosent liðugt koppsett

Yvir 36.000 fólk eru nú koppsett fyri koronu í Føroyum – 260 vórðu koppsett í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-18 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 69.598 koppsetingar fyri koronu gjørdar í Føroyum.

36.133 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 33.465 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 67,7 prosent av fólkatalinum í Føroyum nú eru koppsett fyri koronu, og at 62,7 prosent eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Í gjár vórðu 260 fólk koppsett. 75 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 185 fólk fingu tað seinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder