2021-09-15 10:50

Nú eru 72.949 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 37.447 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 35.502 hava fingið seinnu koppsetingina.
Sambært corona.fo svarar hetta til, at nærum 70 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið koppsetingina. 69,9 prosent hava fingið fyrru koppsetingina, og 66,3 prosent hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Í gjár vórðu 180 fólk koppsett. 95 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 85 fólk fingu tað seinnu.
Eitt koppsetingartoymi var í syðra parti av Suðuroynni í gjár. Tilsamans 36 fólk fingu eitt prik í Sumba, Lopra, Vági og í Porkeri. Av teimum fingu 27 fyrru koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald