Ferðafólkatalið í Kalsoynni økist alsamt. Hetta vísa tølini, sum Visit Kalsoy hevur frá Strandferðsluni.
- Samanumtikið vísa tølini, at ferðandi við SAM og bussum er munandi hægri, meðan bilatalið eisini økist. Vert er at leggja til merkis jaligu gongdina, at næstan 3. hvør ferðandi nýtir bussleiðina. Og tá havi vit ikki hagtøl fyri privatu bussarnir.
Visit Kalsoy vísir á, at fokus á Føroyar, sum KÍ í europeiskum fótbólti og uttøkan hjá landsliðnum í europeiskum hondbólti skaptu, umframt ófriður og ótryggleiki sunnanfyri, fara uttan iva at fáa enn fleiri ferðafólk hendanvegin.
- Møguliga fara vit eisini at síggju fleiri amerikanar, tí Atlantic Airways flýgir beinleiðis til New York, og Icelandair fer at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Føroyar, Tað kann eisini viðføra, at ferðandi úr Europa fara at brúka Føroyar sum millumstøð til Ìslands - og at amerikanarar fara at koma til Føroyar umvegis Ísland.
Sambært tølunum, so vóru samanlagt 79.390 ferðandi við SAM í fjør. Hetta eru yvir 7.000 fleiri, enn tað vóru í 2022. Tað er eisini eitt stórt upplop, í mun til ferðandi við bussi á oynni: Beint yvir 25.000 ferðandi vóru - og her er privat busskoyring ikki við.
Tøl: Visit Kalsoy/SSL
Felagið boðar frá, at eitt uppskot til ferðafólkahús á Syðradali, sum Kanjon vegna LV skal byggja, fyriliggur. Visit Kalsoy hava biðið um innlit frá Klaksvíkar Kommunu um tað nýggjasta her.
- Vit vóna, at SSL kann dagføra siglingina á Kalsoyarleiðini eftir dagsins tørvi við at sigla oftari í dagtímunum yvir alla vikuna, nú bæði SAM og Ternan/Teistin eru tøkir hjá SSL. Somuleiðis vóna vit, at bussleiðin á Kalsoynni verður betur tillagað tørvin, so ferðafólk kunnu líta á, at tey koma runt í oynni og uppliva eina jaliga vitjan.
Vh. VisitKalsoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald