Innanlands

Nærum 900 fólk fleiri enn fyri einum ári síðan

1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum, sum er 881 fleiri enn 1. oktober í fjør. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani, skrivar Hagstovan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-11 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum. Tað er 881 - ella 1,6 prosent - fleiri í mun til somu tíð í fjør.

Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani, skrivar Hagstovan.

Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini - munurin millum tilflyting og fráflyting - sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarnu tólv mánaðirnar

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting á 699, og einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 182.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder