
Innskrivingarnar á gistingarhúsunum í Føroyum vóru nærum 95.000 tilsamans fyri árið 2024. Hetta eru gott 2.600 innskrivingar fleiri enn í 2023. Í miðal vóru 545 kømur tøk um mánaðin í 2024, har av helvtin av teimum vórðu nýtt.
Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið 3 prosent fleiri enn í 2023.
Fólkanætur á gistingarhúsum
Januar – desember 2023/2024
januar – desember | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Fólkanætur | 221.575 | 230.434 | 8.859 | 4,0 |
Innskrivingar | 92.341 | 94.954 | 2.613 | 2,8 |
Nýtslustigið minkað eitt vet
Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk. Fyri at finna árliga rúmføri hjá einum gistingarhúsi við 20 kømrum, verða hesi faldaði við dagatali í árinum, sum gistingarhúsið hevur opið.
Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.
Í fjør vóru 49 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2023, tá talið var 52 prosent. Her skal havast í huga, at talið av tøkum kømrum, ella rúmføri, er vaksið við gott 6.500 kømrum fyri alt árið. Kamarsnæturnar vóru gott 2.650 færri í fjør enn í 2023.
Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/01/29/gallery-thumbnail/1738145322s2ohatptiq.webp)
Fólkanæturnar á støði við talið í 2022
Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í fjør, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Talið er nærvið tað sama sum tað var í 2022.
Býtið ímillum fólkanæturnar í Tórshavnarøkinum og restina av landinum er líkt býtinum undanfarnu tvey árini.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/01/29/gallery-thumbnail/1738145320lejb9hxuky.webp)
Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met
Fólk úr Føroyum og Danmark hava sovið væl færri nætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2023.
Harafturímóti hevur bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024. Hesin bólkur gisti útvið 113.500 nætur í 2024. Hetta er ein hækking á 16 prosent.
Fólkanætur á gistingarhúsum skift á bústaðarland
Januar – desember 2023/2024
januar – desember | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 221.575 | 230.434 | 8.859 | 4 |
Føroyar | 58.332 | 54.759 | -3.573 | -6 |
Danmark | 65.482 | 62.203 | -3.279 | -5 |
Onnur lond | 97.761 | 113.472 | 15.711 | 16 |
Hagstova Føroya
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 5 fólk skriva seg inn, eru hetta 5 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Um sami persónur innskrivar seg á eitt gistingarhús 3 ferðir á sama ári, telur viðkomandi sum 3 innskrivingar.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.
Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.