Nærum 500.000 herfólk hava latið lív ella fingið skaða undir krígnum í Ukraina, sum byrjaði fyri hálvumøðrum ári síðani, siga amerikanskir myndugleikar sambært New York Times.
Hjá Russlandi hava uml. 120.000 herfólk latið lív, meðan millum 170.000 og 180.000 eru vorðin særd. Hjá Ukrainum verða tølini mett at vera ávikavíst 70.000 og 100.000-120.000.
Lagt verður tó afturat, at tað er torført at meta um støðuna, tí hildið verður, at tølini, sum koma úr Russlandi eru lægri enn tey veruligu tølini, meðan eingi almenn tøl eru komin frá ukrainsku stjórnini.
Sambært New York Times hevur Russland eisini fleiri fólk á vígvøllinum - nærum tríggjar ferðir so nógv sum Ukraina, og er fólkatalið í Russlandi eisini munandi hægri enn í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald