Innanlands

Nærum fimm prosent koppsett tá næsta vika er av

Nýggj sending av koppingarevni kemur í morgin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-10 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj sending av koppingarevni kemur mánadagin, og sambært Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, skuldi verið nóg mikið til at koppseta eini 1.300 fólk – nakað tað sama sum var í fyrstu sending.

Tað sigur hann við Blaðið Vikuskifti.

Í komandi viku verða tað tey eldru og heilsuveiku, sum sleppa framat. Sambært landsapotekaranum verður mett, at í næstu sendingini av koppingarevni er nóg mikið til at koppseta øll, ella í øllum førum tey flestu, í hesum bólkum.

Føroyar byrjaðu at koppseta fyri covid-19 tann 30 desember, og Sjúkrahúsverkið upplýsir at 1300 higartil eru koppsett.

Tá næsta vika er runnin verður væntað, at Føroyar hava koppsett 2.500 fólk. Tað vil siga upp ímóti fimm prosentum.

Les eisini: (Blaðið Vikuskifti) Landslæknin: Ganga ikki útfrá, at fólk hava nakað at óttast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder