Sambært ST eru tíggju milliónir ukrainar rýmd úr heimi sínum, síðan russiska innrásin byrjaði. Tað er nærum fjórði hvør íbúgvi í Ukraina, sum annaðhvørt er rýmdur heilt av landinum ella tvungin úr heimi sínum til onnur støð í landinum, síðan russiska innrásin byrjaði 24. februar.
Áðrenn innrásin búðu 44 milliónir fólk í Ukraina, skrivar Ritzau.
Sambært flóttafólkafelagsskapinum hjá ST, UNHCR eru nærum 3,4 milliónir fólk rýmd úr Ukraina. Uml. 90 prosent av teimum eru kvinnur og børn, tí ukrainskir menn millum 18 og 60 ár, sum kunnu verða innkallaðir til herin vórðu bidnir um at verða í landinum.
Sambært barnafelagsskapinum hjá ST, Unicef, eru 1,5 milliónir av flóttunum børn.
Kríggj hevur nú verið í Ukraina í fýra vikur, og ST boðaði hósdagin frá, at 816 sivilfólk hava latið lív undir krígnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald