Innanlands

Nærum fullsett Kongshøll til ráðstevnu um ítrótt

Heilt stór undirtøka var fyri ráðstevnuni um ítrótt, sum var í Kongshøll fríggjadagin, og sum Fróðskaparsetur Føroya og Ítróttarsamband Føroya skipaðu fyri í felag

2024-02-05 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilt stór undirtøka var fyri ráðstevnuni um ítrótt, sum var í Kongshøll fríggjadagin, og sum Fróðskaparsetur Føroya og Ítróttarsamband Føroya skipaðu fyri í felag.

Almenna ráðstevnan hevði heitið Børnini, breddin og tey bestu - hvat kunnu vit í Føroyum? Og einki var at ivast í, at ráðstevnan hevði breiðan áhuga millum fólk.

Kongshøll var næstan fullsett, tá umleið 160 fólk úr ymsum geirum í samfelagnum komu saman fríggjadagin at hoyra granskarar leggja fram og fólk í ítróttar- og granskingarumhvørvinum at skifta orð um, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt.

Ráðstevnan hevði bæði eina vísindaliga skrá og ein meira almennan part við orðaskifti millum fólk frá ítróttarumhvørvinum, Setrinum og ÍSF.

Ráðstevnan var ætlað ítróttafeløgum, sambondum, kommunum, landsmyndugleikum og myndugleikum, sum varða av ítrótti, fólkaskúlanum og heilsuøkinum, umframt almenninginum. Ætlanin er, at ráðstevnan skal vera afturvendandi fyri at fremja bestu praksis á ítróttarøkinum.

Rørsla og ítróttur hava jú óteljandi fyrimunir við sær - bæði fyri tann einstaka og samfelagið. Men spurningurin er, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt – bæði land, kommunur, skúlar, heilsuverk og føroyskur ítróttur.

Við hesi ráðstevnuni vilja ÍSF og Setrið savna fólk úr føroyska samfelagnum at deila vitan og at umrøða, hvat vit kunnu gera saman fyri at tryggja, at føroyingar eru í rørslu alt lívið. Frá barni til úrval og alt lívið.

Tey, ið løgdu fram á ráðstevnuni, vóru:

Nikos Ntoumanis, ph.d. og professari á Syddansk Universitet, “Børn og motivatión”

Malte N. Larsen, ph.d. og lektari á Syddansk Universitet, “Ættarliðið Sunn Børn”

Helgi Winther Olsen, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, “Rørsla á skúlatalvuna 3 ferðir um vikuna”

Katrin Dam á Neystabø, Skúlaleikir, ÍSF

Tórur Sjúrðarson, ph.d. og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, “Hvussu kunnnu ítróttur og sjúkrahús samstarva?”

May-Britt Skoradal, ph.d. og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, “Ítróttur sum heilivágur”

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, “Setup Føroyar”

Signar Hilmarson, master í ítróttavísindum, “Nýggja úrvalsskipanin”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder