2025-05-01 19:28

Síðan um middagsleitið hevur løgtingið viðgjørt málið um Suðuroyartunnilin, og einaferð seinni í kvøld verður atkvøtt í málinum.
Og alt bendir á, at uppskotið fer at verða samtykt og tað við greiðum meiriluta.
Liljan Weihe og Helgi Abrahamsen hava boðað frá, at tey fara at atkvøða ímóti, og sambært Kringvarpinum er onkur í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum sum ivast.
Løgmaður hevur játtað at arbeiða við einum broytingaruppskoti til triðju viðgerð, har tað skal kannast um tað ber til at bora úr Skúgvi. Hetta gevur aðrar møguleikar í mun til linjuføring.
Triðja viðgerð av málinum verður um nakrar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald