Innanlands

Nærum tvífalt so gott sum árið fyri

Ársúrslitið í roknskapinum fyri 2021 ber brá av, at Bilasølan aftur er á rættari leið

(Mynd: Bilasølan)

(Mynd: Bilasølan)

2022-06-17 17:55 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Bilasølan Sp/f meir enn tvífaldaði um ársúrslitið í 2021. Úrslitið eftir skatt var 6,8 mió.kr. í mun til 3,5 mió.kr. í 2020. Eigararnir fingu 4,75 mió.kr. í vinningsbýti. 

Ein av stóru bilasølunum í Føroyum er Bilasølan Sp/f, sum selur týsku bilmerkini: Audi, VW og Skoda. Bilasølan fekk í 2020 nýggjar annars eigarar.  

Góða úrslitið í 2021 ber brá av, at Bilasølan aftur er á rættari leið, hvat ið sølu og úrslitið viðvíkur, serliga samanborið við tølini í 2017 - 2020. 

[object Object]

Roknskapurin hjá Bilasøluni fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 13,3 mió.kr. til 18,8 mió.kr., sum er ein vøkstur á heili 41 prosent.  

Starvsfólkakostnaðirnir øktust annars í 2021 við 9 prosent til 10,2 mió.kr. 

Starvsfólkatalið er 23 sambært roknskapinum. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 8,5 mió.kr., sammett við 3,9 mió.kr. í 2020. Talan er tískil um eitt meir enn tvífalt betra úrslit áðrenn avskrivigar.  

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 6,8 mió.kr. sammett við 3,5 mió.kr. í 2020.   

Av ársúrslitinum hevur aðalfundurin samtykt at luta 4,75 mió.kr. út til eigararnar sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Bilasøluni er øktur úr 27 mió.kr. í 2020 til 32,3 mió.kr. í 2021.  

Støðisognin er í alt 4 mió.kr. meðan ognir í umferð vóru 28,2 mió.kr. Serliga kann síggjast at vørugoymslur eru øktar úr 17,6 mió.kr. í 2020 til 21,3 mió.kr. í 2021.  

Bilasølan hevði við ársenda 2021 ein eginpening á 6,3 mió.kr., sum svarar til eitt trygdarevnið á 19,5 prosent. Vanliga verður sagt at eitt trygdarevnið á 30 prosent er nøktandi.   

Felagið hevur langfreistaða skuld á 6,7 mió.kr. við ársenda 2021, sum er 267 tkr. minni enn í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 15,7 mió.kr. í 2020 til 19,2 mió.kr.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Bilasøluni sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan , var heili 25 prosent, sum verður mett at vera gott. 

Eginpeningsavkastið var eisini sera gott, heili 130 prosent, sum sigur at eigararnir hava havt eitt gott avkast av síni íløgu í felagið í 2021. 

Samanumtikið eitt gott úrslit hjá Bilasøluni Sp/f fyri 2021.  

Stjóri í Bilasøluni Sp/f er Hans Jákup Langgard. Nevndarformaður er Christian Nagata.  

Eigarar av Bilasøluni Sp/f er felagið 15. september 2020 Sp/f. 

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder