Mentan

Annað staklagið á komandi Deiggj-útgávuni

Sangurin “Viðarlundin” við orðum eftir Tongla-Tummas, kann nú hoyrast á tónleikatænastunum

Dennis Lave syngur nýggja lagið hjá Deiggj (Mynd: Bjartur Vest)

Dennis Lave syngur nýggja lagið hjá Deiggj (Mynd: Bjartur Vest)

2022-09-09 13:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bólkurin Deiggj hevur síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP'in kallast “Tíð”. Fyrsta staklagið “Hví grætur tú”, har Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur, kom út í juni, og hevur verið sera væl móttikið.

Sangurin “í Viðarlundini” snýr seg um hvussu heystið og tær broytingar sum henda hesa ársins tíð. Flytifuglarnir rýma úr Føroyum og eftir sita støðufuglarnar, summir av teimum eru enntá veingjaskerdir og nakrir hava ein dreym sum aldrin bleiv veruleiki.

Dennis Lave syngur sangin, og Fróði Vestergaard og Páll Lave syngja kór saman við Dennisi. Yrkingina eigur Tummas Napoleum Djurhuus.

Deiggj eru í holt við eina nýggja LP. Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen.

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Benjamin Petersen hevur tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen hava staðið fyri framleiðsluni. Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville

Í Viðarlundini

Orð: Tummas Napoleum Djurhuus
Lag: Fróði T. Vestergaard
Lagt til rættis og innspæling: Deiggj og Benjamin Petersen
Dennis Lave: Sang
Pætur Mohr Dam: Rhodes og synthezisara
Páll Holm Lave: El- gittar og kór
Fróði Vestergaard: Sang, kór og orgul
Sverri Heinesen: Bassgittar
Rani H. Christiansen: Trummur og perc.

Innspælt í Studio Block, Deiggj studio og Studio Bunkarin
Miksað í Studio Bunkarin -
Mastering: Daniel Bacigalupi, Nashville
Teknikari: Vinjard Egilsnes Petersen, Benjamin Petersen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder