Uttanlands

Næstan 1.000 danir fingið løgfrøðiligt kynsskifti

Ein politiskur meiriluti ynskir at broyta aldursmarkið fyri at sleppa at broyta kyn

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-08-06 07:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

931 danir hava síðan 2014 nýtt høvi til at skift kyn løgfrøðiliga. Tað vil siga, at tey hava fingið seinasta talið á persónliga cpr-nummarinum skift út, so at tey løgfrøðiliga umboða tað kyn tey kenna seg at vera.

Hetta skrivar Kristeligt Dagblad, sum eisini upplýsir, at sama tíðarskifti vóru tað 1208 danir, sum søktu um at sleppa at broyta kyn, og harvið vóru tað 277 umsóknir, sum ikki vórðu gingnar á møti

Síðan 1. september 2014 hevur verið møguligt at skyfta kyn løgfrøðiliga, og nú er hetta mál aftur á skránni, nú ein politiskur meiriluti í Danmark, Sosialdemokratarnir, Vinstri, Eindarlistin, tey Radikalu og SF, ætlar av víðka lógina, so eisini børn kunnu skifta løgfrøðiligt kyn.

Konservativi flokkurin í Danmark var ímóti lógarbroytingini í 2014, og eisini nú undrar framsøgukvinnan hjá flokkinum, fyrrverandi ráðharrin í barna- og sosialmálum, Mai Mercado, seg yvir ætlanina at víðka lógina.

Mai Mercado ásannar, at tað ber til at vera føddur í skeivum kroppi, men hon hevur ilt við at skilja, at fólk ynskja at skifta kyn juridiskt, men framvegis varðveita sítt upprunaliga kyn, altso ikki fremja eina kynsskiftis-skurðviðgerð.

Hóast Mai Mercado framvegis er ósamd í broytingunum, sum vórðu gjørdar í 2014, hevur konservativi flokkurin ongar ætlanir um at royna at broyta lógina aftur til tað, ið var galdandi áðrenn, men flokkurin kann ikki góðtaka, at aldursmarkið fyri løgfrøðiligum kynsskifti verður lækkað, skrivar Kristeligt Dagblad.

Hjá LGBT í Danmark fegnast tey um ætlanirnar.

- Hetta vísir at samfelagið tekur sínar minnilutar í álvara, sigur Linda Thor Pedersen, talspersónur fyri felagsskapin.

Fyri tey hevur tað stóran týdning at kunna fremja løgfrøðiligt kynsskifti, tí tá sleppa tey undan støðum, har tey skulu greiða frá, hví tað ikki er samsvar millum teirra sjúkratryggingarkort - cpr-nummerprógvið – og teirra útsjónd.

Tølini hjá sosial- og innanríkisráðnum, sum Kristeligt Dagblad hevur fingið innlit í, vísa, at 23 av persónunum, sum hava fingið løgfrøðiligt kynsskifti, hava valt at skifta aftur til teirra uppruna løgfrøðiliga kyn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder