Leygardagin 21. september er altjóða ruddingardagur, World Cleanup Day, sum tað eitur á útlendskum. Felagsskapurin Rudda Føroyar bjóðar nú øllum at koma við til henda ruddingardagin.
Ruddingartiltøk verða fyrireikað í Funningsfirði, Hoyvík, Kollafirði, Nólsoy, Skála, Streymnesi, Sumba, Tórshavn, Tvøroyri og Vágum, og tilmelding og fráboðan fer fram á heimasíðuni hjá felagnum Rudda Føroyar.
Tað ber sjálvandi eisini til at rudda hvør í sínum lagi, men Rudda Føroyar-tiltakið heldur, at stuttligari er, um ruddingin er samskipað, bæði fyri hugnan, men eisini so at ein samlað mynd kann fáast yvir, hvussu nógv burturkast verður ruddað úr føroysku náttúruni henda dagin.
Fyri havnarborgarar og hoyvíkingar verður skipað fyri tiltaki, sum byrjar við Myllutjørn í Hoyvík leygarmorgunin klokkan 10 har ein tvíflís verður at fáa áðrenn farið verður út at rudda. Tiltakið endar klokkan 14, tá tey luttakandi aftur savnast á ringpallinum við Myllutjørn, har røður og framførsla er á skránni og okkurt leskandi verður til tey, ið tosta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald