Mentan

Næstan 10.000 lýddu á

Sum tá stóru nøvnini spæla á Vágsbøi á Summarfestivalinum

2020-03-21 22:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

4000 fólk fylgdu við tá SMS á fyrsta sinni í gjár bjóðaði til stroymda konsert, nú korona hevur koyrt samfelagið niður í ferð.

Í dag tá Jens Marni Hansen var gestur hjá Kim Hansen, var talið 9.600. Hetta er næstan líka nógv, sum tá stóru nøvnini spæla á Vágsbøi á Summarfestivalinum.

Í annaðkvøld verður aftur konsert úr SMS tá Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall vitja Kim Hansen.

Hóskvøldið vitjar Signar í Homrum og fríggjakvøldið eru Lena og Niclas gestir.

Hoyrdi tú ikki konsertina í kvøld, ber til at hoyra hana her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder