Uttanlands

Næstan 100.000 atgongumerki seld uppá ein hálvan tíma

Tað verður fullsett í Parkini bæði 5.og 6. juli, tá stóri bretski bólkurin Coldplay fyri fyrstu ferð í sjey ár spælir í Danmark

Tá Coldplay seinast spældi í Parkini - í juli 2016

Tá Coldplay seinast spældi í Parkini - í juli 2016

2022-08-25 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum patur av Music of Spheres konsertferðini hjá Coldplay, sum í løtuni er í gongd, eru tvær konsertir á skránni í Parkini tíðliga í juli næsta ár.

Atgongumerki til hesar konsertirnar vórðu settar til sølu fyrrapartin klokkan 10 danska tíð, og eins og tað hevur verið til fleiri av konsertunum hjá Coldplay á konsertferðini, fór eitt stórt tal av atgongumerkjum innan eina lítla løtu.

Klokkan var áleið hálvgum ellivu, tá tað var útselt. Talan er samanlagt um áleið 100.000 atgongumerki.

Hetta upplýsir Live Nation fyri Ekstrablaðnum.

[object Object]Chris Martin, oddamaður í Coldplay

Konsertirnar hjá stóra bretska pop-bólkinum í Keypmannahavn eru á skránni 5. og 6. juli 2023. Talan verður um tær fyrstu konsertirnar hjá Coldplay í danska høvuðsstaðnum í sjey ár - 5. juli er eisini stór konsert í Royal Arena í Keypmannahavn, tá Elton John spælir á sínum farvæl-túri.

Music of Spheres konsertferðin byrjaði í mars, og Chris Martin og hinir hava higartil fingið góð ummælir fyri konsertirnar. Í næstum skal Coldplay spæla í Suðuramerika.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder