2021-02-02 08:12

Næstan 65 prosent av fólkunum í Íslandi búgva í høvuðsstaðarøkinum. Á nýggjárinum búðu 368.590 fólk í Íslandi og harav vóru tey 236.520 skrásett at búgva í og rundan um høvuðsstaðin Reykjavík.
Tað vísa nýggjastu tølini frá íslendsku hagstovuni, sambært Morgunblaðnum.
Nýggjastu tølini vísa eisini, at 13,9 prosent av fólkunum í Íslandi, svarandi til 51.180 borgarar, eru útlendingar.
Fjórða ársfjórðing øktist fólkatalið í Íslandi við 570 fólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald