
Í gjár, mánadagin 3. januar, vórðu 324 fólk koppsett fyri koronu. Fimm fólk vórðu koppsett fyri fyrstu ferð, 13 fingu prik nummar tvey, og beint yvir 300 - 306 fólk - fingu triðja prikið.
Hetta skrivar korona.fo.
Nú hava 41.450 fólk fingið fyrru koppsetingina - 92,6 prosent - 40.550 fólk hava fingið koppsetingi nummar tvey, og 14.959 fólk hava fingið trý prik.
Hetta svarar til 37 prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár. Skjótt hevur gingið at givið triðja prik - meiningin við triðju koppsetingini er at geva eina eyka verju og at styrkja.
Tað er prógvað, at koppsetingarnar fyri koronu missa virknað skjótt eftir nakrar mánaðir, og at tær í øllum førum ikki kunnu verja fyri smittu móti omikron, men tó ímóti veruligari sjúkralegu. Hvussu væl eitt triðja prik hjálpir mótvegis Omikron-frábrigdinum er óvist enn
Tilsamans 96.960 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald