Innanlands

Yvir 17 prosent liðugt koppsett

Fleiri enn 1.500 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum seinastu dagarnar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-23 14:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri enn 1.500 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Meginparturin av teimum koppsettu fingu seinnu koppsetingina.

Nú eru tilsamans 28.646 koppsetingar gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo. 19.442 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 9.204 hava fingið ta seinnu og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 36,5 prosent hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 17,3 prosent eru liðugt koppsett.

Dagførd kl. 14.29

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder