Uttanlands

Næstan 300 hvalir gjørt landgongd á Tasmania

Strondin er fjarskotin og tí er bjargingararbeiðið trupult

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-09-22 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umleið 270 grindahvalir hava gjørt landgongd í eini fjarskotnari strond á oynni Tasmania sunnan fyri Avstralia.

Talan er um tveir bólkar, sum í gjár gjørdiu landgongd á einum øki nærhendis Macquarie Harbour á eysturstrondini á Tasmania, har tað ikki búgva so nógv fólk, skrivar AFP tíðindastovan.

Í morgun, avstralska tíð, varð farið undir avbjóðandi uppgávuna at bjarga so nógvum hvalum, sum gjørligt, men sambært einum havlívfrøðingi á staðnum, var triðingurin av hvalunum longu deyður í gjárkvøldið.

Hóast tað ikki er óvanligt, at hvalir gera landgongd á Tasmania, so er tað tó langt síðani, at tey hava uppliva tað í so stórum tali, sum hesaferð.

Serfrøðingar duga ikki at siga júst hví hetta er hent, men ein orsøk kann vera, at grindirnar ferðast nærri landi enn vanligt, fyri at leita sær føði.

Økið, har hvalirnir liggja, er so fjarskotið, at bert er komandi til við báti, og tí er avmarkað hvussu nógv fólk eru við í bjargingararbeiðinum, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder