Innanlands

Næstan 300 metrar langt ferðamannaskip á Runavík mikudagin

Stóra ferðamannaskipið Zuiderdam hjá reiðarínum Holland America Line kemur inn á Runavíkar havn mikudagin 12. juni

(Mynd: Runavíkar Havn)

(Mynd: Runavíkar Havn)

2024-06-10 14:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra ferðamannaskipið Zuiderdam hjá reiðarínum Holland America Line kemur inn á Runavíkar havn mikudagin 12. juni.

Skipið fer at liggja við bryggju frá klokkan sjey til sekstan. Hetta er ikki fyrstu ferð at Zuiderdam vitjar okkara havn, seinasta vitjan var í 2018.

Zuiderdam er 291 metrar langt og umborð eru umleið 1900 ferðafólk, og manningin telur umleið 700 fólk. Cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, er serliga væl fyrireikað til at taka ímóti stóru mongdini av ferðafólki úr øllum heiminum.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping og MB Tours er túrsmiður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder