Uttanlands

Næstan 308.000 tilburðir skrásettir seinasta samdøgrið

Talið á nýggjum smittutilburðum setur aftur met, og flestu tilburðirnir eru skrásettir í India, sigur Heimsheilsustovnurin WHO

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-14 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun boðaði Heimsheilsustovnurin WHO frá størstu økingini í smittutilburðum, sum varð skrásett í eitt samdøgur.

Millum leygardagin og sunnudagin vórðu 307.930 tilburðir skrásettir. Flestu tilburðirnir vórðu skrásettir í India, USA og Brasil.

Í sama tíðarskeiði vórðu 5.537 andlát eisini skrásett.

Seinasta samdøgrið hevur India skrásett 94.372 smittutilburðir, og USA og Brasil hava skrásett ávikavíst 45.523 og 43.718.

Í USA og India eru fleiri enn 1.000 andlát skrásett, meðan 874 andlát eru skrásett í Brasil, skrivar Ritzau.

Gamla metið varð sett 6. september, tá 306.857 tilburðir vórðu skrásettir.

Metið fyri flest andlát í eitt samdøgur var sett 17. apríl, tá 12.430 andlát vórðu skrásett.

USA hevur skrásett fleiri enn seks mió. tilburðir, sum er meira enn nakað annað land í heiminum, men tá hugt verður at dagliga talinum á nýggjum tilburðum hevur India skrásett fleiri enn USA seinastu tíðina. Í farnu viku setti India heimsmet, tá 97.570 tilburðir vórðu skrásettir í landinum í eitt samdøgur.

Sambært Reuters økist talið á smittutilburðum framvegis í 58 londum, m.a. í Argentina, Indonesia, Marokko, Spania og Ukraina.

Hinvegin minkar dagliga talið í USA. Síðan 16. juli, tá landið skrásetti 77.000 tilburðir í eitt samdøgur, er talið á nýggjum tilburðum minkað við uml. 44 prosentum.

Talið á nýggjum tilburðum er eisini minkandi í Brasil.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder